Føroysk rættskriving er frá 1847 – ikki 1846

Research output: Contribution to journalJournal articleCommunication

Tað er almenn hugsan hjá føroyingum, at stavseting teirra varð tilevnað av V. U. Hammershaimb presti. Sum kunnugt varð hon fyrst nýtt á prenti í greinini Færøske Trylleformularer í tíðarritinum Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie 1846. Hóast tíðarritið varð útgivið árið eftir, halda tey flestu, at føroysk stavseting varð til árið 1846.

Eitt bræv, varðveitt á íslendska landsbókasavninum, avdúkar, at føroysk rættskriving ikki var til fyrr enn í 1847. Møguliga varð hon gjørd eftir bara tveimum vikum. Í hvussu er skal føðingarárið hjá føroysku rættstavingini broytast til 1847.
Original languageFaroese
JournalFroedi
Volume2023
Issue number1
Pages (from-to)10-13
ISSN1395-0045
Publication statusPublished - 2023

    Research areas

  • Faculty of Humanities - Faroese, Orthography, Manuscripts, V.U. Hammershaimb, Jón Sigurðsson

ID: 356551012